Í Tórshavnar Býráð vilja tey nú fáa heimild til at krevja bústaðarskyldu í húsum í Havn. Tey vísa á, at fleiri hús í Havnini standa tóm, serliga úti á Reyni og í øðrum býarpartum. í gomlu Havnini. Og tey halda, at tað er er tyngjandi fyri trivnaðin í einum grannalagi, at einki lív er í nakrastaðni og fleiri hús liggja myrk tí eingin býr í teimum.
– Í løtuni verða nógvir nýggir bústaðir bygdir í kommununi, og tí halda tey í býráðnum, at spurningurin er búgvin til at taka spurningin um bústaðarskyldu upp, tí trupulleikin við tómum húsum kann verða ein trupulleiki í teimum nýggju grannaløgunum.
Tey hugsa eisini um, at Føroyar verða alsamt áhugaverdari til sum ferðavinnumál, og tí er væntandi, at hús fara at verða keypt til ferðavinnuendamál, heldur enn at vanligi føroyingurin fær ognað sær eini hús í Tórshavnar kommunu.
– Bústaðarskyldan er ein háttur at basa trupulleikanum við at fleiri hús standa tóm, siga tey. Men tey halda eisini, at hetta kann eisini vera ein máti at varpa ljós á málið um at leggja okkurt slagi av ognarskatti á hús nummar tvey hjá fólki.
Tað ber eisini til at leggja bústaðarskyldu á verandi hús sigur Tórshavnar býráð og tað hevði skjótt økt um útboðið av leigubústøðum kring landið. Tey vísa eisini á, at hægstirættur hevur staðfest, at tað er ikki ognartøka at krevja bústaðarskyldu, tá ið endamálið er at stýra bústaðarøkið sakliga í eini støðu við bústaðartrotið.
Men spurningurin um bústaðarskyldu er ein spurningur, sum Løgtingið má geva heimild til. Tí mæla kommunustjórin, tekniski stjórin og býararktekturin hjá Tórshavnar Kommunu, býráðnum til at heita á Kommunufelagið um at taka málið upp við landsmyndugleikarnar. Og endamálið skal vera, at fáa neyðugu lógarheimildina til at áleggja bústaðarskyldu á ognir í ávísum økjum í kommununi. Og nú fer býráðið so at taka málið upp og at taka støðu í málinum.










