Á Náttúrugripasavninum vilja tey fegin aftur hava eina grind at merkja.
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sigur, at tey hava nóg mikið av sendarum til at merkja tvær, kanska tríggjar grindir.
Og hann vónar, at teir fáa eina grind, nú tað hevur verið nakað av grind og kaggarnir og boksirnar fleiri staðni eru við at fyllast.
Hann sigur, at teir hava fingið nógva vitan burtur úr teimum grindum, sum eru merktir.
Tó harmast hann um, at tað miseydnaðist so illa at merkja nógv umrøddu grindina í Hvalba.
Tað er ikki ókent, at hvalur vísir løgnan atburð og melur bara í klingur
Men hann ásannar, at boðini um at geva loyvi til at drepa grindina, vórðu givin ov seint.
- Hann sigur, at ber til, fara teir at royna at sleppa undan at reka alla grindina inn, men heldur vassa út og taka hvalir inn ímóti at merkja og fáa teir út aftur so hvørt.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit útvega okkum vitan um grind, serliga tá ið vit skulu meta um stovnin o.s.fr.










