Aldurin fyri at sleppa til Løgtingið, skal lækkast niður í 16 ár.
Tað halda næmingar á Nám X, sum eru við at manna ungdómstingið hjá Løgtinginum mánadagin og týsdagin.
Næmingarnir, sum leggja uppskotið fram, eru Eir Pálsdóttir, Ester Skála, Marjun Behrens, Bartal Súsonnuson Hansen, Oddmar Kristiansson og Bárður Lenvig.
Tey staðfesta, at sum støðan er nú, skulu ung vera 18 ár fyri at fáa valrætt.
Men tey halda, at verður valaldurin lækkaður niður í 16 ár verður fólkaræðið víðkað og kemur tí at umfata enn fleiri fólk.
- Hetta hevur við sær, at ungdómurin fær alsamt størri leiklut í samfelagnum.
- Samfelagið broytist og mennist allatíðina, og tí kemur støðan onkuntíð hartil, at valaldurin og valbæri ikki fylgja við tíðini. Við allari tøknini í hesum døgum gerst tað alsamt lættari at fylgja við tí, ið hendir í samfelagnum, og harafturat gerst tað eisini lættari at taka lut á politiska pallinum – eisini hjá ungum, siga tey.
Tey halda, at úrslitið av hesum kann verða, at ung fara at trívast betur í Føroyum, tí tey føla seg virðismett, og hetta kann gera, at føroyski ungdómurin fer at velja Føroyar fram um onnur lond.
Tey halda samstundis, at í sambandi við at lækka valaldurin, átti samfelagsfrøði at verðið lærugrein í fólkaskúlan soleiðis, at ung enn betur kunnu læra og skilja, hvat gongur fyri seg í samfelagnum.
Tey vísa á, at av tí at ungdómur longu er á arbeiðsmarknaðinum sum 15 ára gamal, og rindar skatt, er rætt, at tey eisini fáa valrætt sum 16 ára gomul og fáa størri kunnleika um, hvat skatturin, tey rinda, verður brúktur til.
Verður tað samtykt at lækka valaldurin, gevur hetta ungdóminum ein gyltan møguleika at hoyra sína egnu rødd á Løgtingsins røðarapalli, siga uppskotsstillararnir úr Nám X.