Barnaheimið í Havn eigur at verða flutt út á bygd. Tað halda fleiri løgtingsmenn úr andstøðuni á Løgtingi.
Løgtingið hevur eitt uppskot til viðgerar um at byggja eitt nýtt barnaheim í Havn, fyri 65 milliónir krónur. Men spurningurin er um ein stovnur, sum Barnaheimið, ikki eigur at verða fluttur úr Havnini og út á bygd, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Hann vísir á, at eitt er tað, at tað er so nógv byggivirksemi í Havn, at Løgtingið hevði fingið meiri fyri pengarnar at bygt tað á bygd. Men so heldur hann eisini, at nettupp børnini á einum barnaheimi høvdu havt gott av at uppliva føroyskt bygdarlív, heldur enn at verða trýst niður í Havnina.
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er samdur í, at barnaheimið hevði ligið best best á bygd. Hann minnist frá teirri tíðini, hann var politistur, at tað var ikki óvanligt, at børn og ung á barnaheiminum komu í hóslag við løgregluna, tí hvørja ferð tey fóru út um hurðina at fáa fríska luft, vóru tey aftur mitt í tí keðiliga umhvørvinum, roynt var at fáa tey burtur úr, og sum mangan var orsøkin til at tey vóru á Barnaheiminum.
Hann heldur eisini, at landið er so lítið, at frástøða kann ikki brúkast sum umbering fyri nakað sum helst. Nettupp ein stovnur, sum Barnaheimið, eigur at verða lagt aðrastaðni, tí tað er mest í Havn, at tað umhvørvið er, sum roynt verður at fáa børnini burtur úr.
Eisini Jákup Mikkelsen heldur, at tað eru nógvir spennandi møguleikar at hava eitt barnaheim úti á bygd, tí so kunnu børnini tikið lut í vanligum, føroyskum bygdalívið, hoygging, fletting og øðrum, heldur enn bara at ganga ímillum bilarnar í Havn.
Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, sigur, at mett verður, at av fakligum orsøkum eigur eitt slíkt barnaheim at vera í Havn og tað fer hon at halda seg til. Eisini Pauli Trónd Petersen úr Tjóðveldi, Helena Dam á Neystabø og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum taka undir við, at tað verður bygt í Havn.










