Kommunal bygging
Tað er stórur áhugi hjá føroyskum kommunum at byggja út. Men sum er, sleppa tær ikki at byggja út sum tær vilja, tí landsstýrið hevur sett hámark fyri, hvussu stórar tær kommunalu útbyggingarnar kunnu vera.
Hetta vilja kommunurnar nú hava broytt.
Í Sosialinum fríggjadagin vitstu vit at siga, at Føroya Kommunufelag arbeiddi fyri at fáa hámarkið fyri kommunalum útbyggingum tikið av og at fundur skuldi vera við Landsstýrið um hetta í næstum.
Í Kommunufelagnum eru 40 av teimum lítlu og miðalstóru kommununum limir.
Hinvegin eru seks tær størstu kommunurnar, Tórshavnar- Klasvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar-, Tvøroyrar- og Vágs Kommuna, limir í Býarsamskipan Føroya, ella Býarfelagnum, sum tað eisini verður nevnt.
Og tær hav eisini gjørt vart við hjá Landsstýrinum og vilja hava rúmari ræsur at byggja út.
? Vit hava vent okkum til Landsstýrið og skulu hava vdund við tað um spurningin í næstum, sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sum er formaður í Býarfelagnum.
Ov trongt
Fyri at hava tamarhald á búskapinum, hevur Landsstýrið ásett, at kommunurnar í Føroyum sleppa ikki at byggja út fyri meiri enn.
Útbyggingarkvotan verður síðani býtt sundur ímillum kommunurnar eftir fólkatalinum.
Jógvan Krosslá sigur, at áhugin hjá kommununum at byggja út er nógv størri enn tann útbyggingarkvotan, sum landsstýrið hevur tillutað teimum.
Hann ásannar, at summar av kommununum eru so mikið illa fyri, at hjá teimum er útbyggingarkvotan ongin trupulleiki.
Hann vísir t.d. á, at tilsamans kunnu kommunurnar í Suðuroynni byggja út fyri 19 milliónir um ári og tað heldur hann, at oyggin átti at klára seg fyri, um tær kundu samstarva um útbyggingarnar, so at ikki allar fara undir stórar útbyggingar ísenn.
Hann hevur sum so heldur onki ímóti, at Landsstýrið roynir at hava tamarhald á, hvussu nógv verður brúkt til verkløg av ymsum slagi, fyri at stýra búskapinum.
? Men hjá nógvum kommununum er útbyggingarkvotan , sum hon nú er, ein álvarsligur trupulleiki og tí vilja vit hava framferðina broytta, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at tað er ikki væntandi, at Landsstýrið er sinnað at taka hámarkið av.
? Men hevðiu tað borið til at fingið skipanina broytta, kundi nógv verið vunnið, heldur hann.
Hann sigur, at Býarfelagið hevur ymisk uppskot at leggja fyri landsstýrið, men endamálið er at fáa kvotuna hækkaða.
Eitt uppskot er at taka havnabygging burturúr útbyggingarkvotuni.
? Tað er dýrt at byggja havnir og hevði tað borið til at fingið tær burturúr skipanini, so at tær ikki blivu roknaðar upp í kvotuna, hevði tað bøtt munandi um støðuna, heldur hann. Útbyggingarkvotan, sum kommunurnar so hava, kunnu sostatt verða brúktar til aðrar útbyggingar, eitt nú á mentanarliga og sosiala økinum.
Hann heldur eisini, at tað er skeivt at avmarka møguleikarnar hjá summum kommunum at byggja út, samstundis sum aðrar kommunur ikki brúka sína kvotu.
Nær fundurin verður við Landsstýrið er ikki avgjørt enn.