Vilja sláa ígjøgnum í USA

Teir gjørdust ársins bólkur her heima í 2010, og teir hava nógvar umbønir um at spæla í Evropa. Men teir droyma um meiri, og í 2011 satsa teir uppá eitt gjøgnumbrot í USA

- Eg veit ikki ordiliga hvørji kriteriini eru fyri at vera føroya besti bólkur, men mín favorittur var Páll Finnur Páll, tí mær dámar ordiliga væl tað, sum teir hava gjørt, segði Hans Edward í The Dreams beint eftir handanina.
- Mær dámar væl hvussu provokerandi og hvussu lærandi man kann vera samstundis. Og tað haldi eg, at teir hava havt allatíðina. Men jú, hetta er eitt mega stórt herðaklapp, tað er ordiliga, ordiliga feitt.

Fara til USA
2010 hevur verið eitt sera hendingarríkt ár fyri The Dreams.
-jú, tað er hent nógv tað seinasta árið, men eg haldi, at tað bara hevur verið byrjanin til tað stóra, sum fer at henda. Vit eru júst komnir aftur úr Týsklandi, og vit hava spælt ordiliga væl í Týsklandi, og tað løgdu tey eisini merki til.
Hann sipar til, at Týskland, Póland, Ukraine og onnur lond har um leiðir vilja hava The Dreams at koma at spæla. Men teir hava aðrar ætlanir og ætla sær longri. Í mars fara teir nevniliga til USA, har teir satsa uppá tað heilt stóra gjøgnumbrotið.
- Vit hava tikið tað í smáum. Vit byrjaðu á føroyskum, og vildu hava fólk at merkja, at vit vóru til. So fóru vit yvir til danskt, og tað var tað sama, at fólk skuldu merkja, at vit vóru til. Tað riggaði væl, og danskarar tóku væl ímóti tí. Síðani fóru vit yvir til enskt, sum var tað, sum allatíðina droymdu um. So vit hava tikið smá stig allatíðina ímóti tí, vit hava droymt um.
Hans Edward sigur, at tað eru nógvir tankar handan The Dreams, og teir lata ikki tilvildina ráða. - Tað er týdningarmikið fyri okkum, at the Dreams er ein lívsstílur. Alt skal vera ein samanhangandi eind. Bæði tónleikurin, tað vit eru, og tað vit gera skal hanga saman. Og tað hava vit megnað væl higartil. Vit hava allatíðina roynt at byggja uppá, so vit kunnu náa nøkrum heilt stórum, og nú trúgva vit veruliga uppá, at tað stóra fer at henda, sigur Hans Edward.
The Dreams hava í ár millum annað hitað upp fyri heimskenda bólkin Tokyo Hotel.
- Tá tú hitar upp fyri ein so stóran bólk, og tað ikki er nakað negativt við tí, tá fólk ikki kommenterað, at Tokyo Hotel høvdu ein mega vánaliga supportbólk, so haldi eg, at tað er fantastiska feitt, slær Hans Edward fast og ger greitt, at the Dreams eru ein reellur bólkur.
- Vit byrjaðu við, at vit vandu í eini garagu á Argjaboða. Vit eru eitt reelt produkt, sum hvørki er produserað ella tempererað. Vit eru tað, vit eru, og sum vit hava verið allatíðina.