Vilja slóða fyri modernaðum dansi

DansiEksperimentið er eitt høvi at vísa tær fjølbroyttu listagávurnar, sum eru í Føroyum, fram


24. og 25 juli verður fimta útgávan av DansiEksperimentinum í Norðurlandahúsinum í Havn. DansiEksperimentið er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at menna modernaðan dans í Føroyum. Tað byrjaði sum ein roynd at samla dansarar í Føroyum eina ferð um árið, men nú miða fyriskipararnir eftir at skapa eitt varandi dansiumhvørvi, sum kann lyfta støðið á modernaðum dansi í síni heild.

- Í byrjanini høvdu vit í kvittanum at savna dansarar í Føroyum á einum felags palli, men so hvørt sum verkætlanin er vaksin, hevur arbeiðið snúð seg alt meira um at lyfta støðið á modernaðum dansi í Føroyum, sigur Diana Jógvansdóttir Johannesen.

Í 2015 fóru hon og vinkonan Rúna Volmarsdóttir sum útisetar undir verkætlanina DansiEksperimentið. Saman við Andreu Joensen, sum kom við árið eftir, seta tær síðstu hond á fyrireikingarnar til ársins dansitiltak. Diana Jógvansdóttir Johannesen, Rúna Volmarsdóttir og Andrea Joensen hava allar útbúgving innan fyri dans. Í felag manna tær listarligu leiðsluna av framsýningini.

Eitt samanspæl millum listagreinar

Hóast dansiframsýningin er um somu tíð hvørt ár, er staðsetingin nýggj hvørja ferð. Tað kemst av, at fyriskipararnir vilja, at tiltakið áhaldandi flytur seg í nýggjar karmar, soleiðis at tað er øðrvísi hvørja ferð. Síðani 2015 hevur dansitiltakið verið í ávíkavíst Østrøm, Sjónleikarhúsinum, Smæruni og Læraraskúlanum. Eftir at Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, sýndi fyriskiparunum áhuga, verður konserthøllin í Norðurlandahúsinum karmurin í ár. Sostatt verður pláss fyri fleiri áskoðarum, og sambært fyriskiparunum endurspeglar hetta eisini menningina, sum er farin fram tey seinastu fimm árini.

Men DansiEksperimentið snýr seg ikki bara um dans. Verkætlanin er eisini eitt høvi at vísa tær fjølbroyttu listagávurnar, sum eru í Føroyum, fram. Farnu árini hevur samanspælið millum dans og aðrar listagreinar myndað tiltakið. Eitt nú hava operasangur, yrkingaupplestur og ymisk tónleikasløg verið við. Í ár fara Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre, sum saman eita Rammatik, at leggja livandi myndir til framsýningina. Livandi myndirnar hjá Rammatik vera eisini reyði tráðurin í framsýningini, siga fyrireikararnir. Tann, ið skal leikstjórna øllum tí, ið fer fram á pallinum, er Anfinnur Heinesen. Hansara leiklutur verður millum annað at stýra tí, ið viðvíkur dramatiskum úttrykki.

Húsast á Fólkaháskúlanum

Heili 70 listafólk fara at upptraðka undir framsýningini. Aftrat teimum føroysku dansarunum, tónleikarunum og koreografunum, hava fyriskipararnir eisini fingið útlendska hjálp. Yrkisdansarar eru nevniliga komnir úr USA, Kanada, Danmark og Noregi til Føroya á venjingarlegu í sambandi við framsýningina. Í hesum sambandi verður skipað fyri dansiskeiði á Føroya Fólkaháskúla, sum eisini húsar teimum, meðan tey eru í Føroyum.

– At útlendskir yrkisdansarar eru komnir til Føroya at undirvísa, hevur avgjørt verið til at geva okkara dansarunum íblástur, sigur Birita Adela Davidsen, sum hevur leiklutin sum verkætlanarleiðari. Hon er útbúgvin operasangari.

Hóast DansiEksperimentið hevur verið í stórari menning, síðani verkætlanin byrjaði, er enn ikki komið á mál. Stóri dreymurin hjá fyriskiparunum er at fáa egið høli til vega, sum skal ognast dansiundirvísing burturav. Ikki fyrr enn tá verður møguligt at bjóða fólki á ungum aldri miðvísa undirvísing, og tað er ein fyritreyt, skulu vit megna at uppala yrkisdansarar í Føroyum. Til ta tíð, vóna fyriskipararnir, at framgongdin heldur fram.

– Vit ynskja, at DansiEksperimentið skal rudda slóð fyri einum sjálvberandi dansisumhvørvi, sum kann geva modernaðum dansi gróðralíkindi í Føroyum, siga fyriskipararnir.