Lív er komið í Føroya Reiðarafelag, sum mestsum hevur ligið í dvala, síðan Viberg Sørensen á aðalfundinum í mai 2011 ikki stillaði uppaftur.
Nevndin er fullmannað, og lýst verður nú eftir stjóra til felagið.
Stjórin skal virka sum andlit felagsins úteftir, skal vera skrivari, luttaka í samráðingum og annað. Hann ella hon skal hava leiðsluroyndir, og tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur kunnleika til fiskivinnu og fiskivinnuviðurskifti.
Poul Hansen, sum er nevndarlimur í Føroya Reiðarafelag, sigur, at nevndin vónar at kunna seta starvið fyri 1. mars.
Í nevndini eru Poul Hansen, Hanus Hansen, Jógvan Jespersen, Hans Andrias Joensen, Dánial Johansen, Johan Joensen, Johannes M. Olsen og Gudmund Mortensen.