Skerjingar
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður sigur, at hann sá ikki tølini frá Fíggjarnevndini, fyrr enn øll onnur sóu tey. Tvs. at hann var ikki kunnaður um, hvat nevndin fekst við, -Tá eg sá tølini gjørdi eg viðmerkingar til tey og gjørdi greitt, at tað ber ikki til, at Oljufyristingin verður so nógv skorin.Eg bað tí sum eitt minimum um at fáa eina hálva millión oman á aftur. Sakliga sæð kann man siga, at tað eiga tey at klára seg við, tí tey hava uppgávur, sum kanska fáa minni raðfesting, nú meðan uppgávur sum hava við 2. Útbjóðing at gera, hava somu raðfesting sum frammanundan.
-Men hvat nú um tað kortini fer at mangla í?
-Eg havi sagt, at tað er í bestu sannføring, at uppskotið fór úr landsstýrinum á sinni. Eg skal gera, hvat eg kann fyri at rætta meg eftir løgtingsins vilja, men er tað so, at tað er ikki nokk, so tilskili eg mær rætt at venda mær aftur til landsstýrismannin í fíggjarmálum við tí fyri eyga at venda sær til løgtingið.
-Undrar tað teg ikki, at tín partamaður í Fíggjarnevndini, sum sjálvur hevur lagt stóran dent á oljutilgongdini í undanfarna landsstýri nú uttan at tosa við hvørki teg ella leiðslu á Oljufyrisiting strikar eina millión av hesum øki við einum pennastroki?
-Eg haldi ikki, at tað er serliga umhugsið. Eg má bara staðfesta, at Fíggjarnevndin hevur gjørt nakrar uppprioriteringar á íløguøkinum. Og fyri at gera tað útreiðsluneutralt, so hevur man klipt av ymsa staðni. Men eg hevði hildið tað verið rætt, at skuldu sparingar verið framdar, so átti tað at verið landsstýrismaðurin á økinum, sum kom við uppskotinum og ikki Fíggjarnevndin. ?Hóast alt má eg halda, at vit í Vinnumálaráðnum eru meira inni í rakstrarviðurskiftunum hjá hvørjum stovni sær enn hvat Fíggjarnevndin er.
Raðfestinganar á íløgusíðuni eru m.a. keikantur í Vági, kanning av tunli í Borðoynni, vegastubbi til Rituvíkar, keinkantur í Dímun osfr.