Vilja skera 90 milliónir burtur um árið

Tjóðveldi ætlar, at fíggjarlógin skal skerjast við 90 milliónum krónum um árið, til øll ríkisveitingin er burtur. Og tað skal gerast upp á sjey ár.

Tingmanningin hjá Tjóðveldi, sum varð vald á valinum í 2019. Síðani tá hevur Kristina Háfoss lagt frá sær, hon er vorðin stjóri í Norðurlandaráðnum, og Páll á Reynatúgvu hevur tikið við tingsessi hennara.

Í morgin skal Løgtingið viðgera uppskot frá Tjóðveldi um at avtaka ríkisveitingina úr Danmark yvir sjey ár.

 

Tjóðveldi skrivar í viðmerkingum til uppskotið, at endamálið er at gera føroyska búskapin sjálvbjargnan, og at fremja eina vælskipaða minking av donsku ríkisveitingini, til hon er burtur eftir 7 árum.

 

– Árliga ríkisveitingin er í dag 641,8 milliónir krónur. Minkingin svarar til góðar 90 milliónir krónur. um árið á fíggjarlógini komandi sjey árini, til ríkisveitingin er heilt burtur í 2030.

 

Tey í Tjóðveldi vísa á, at føroyski búskapurin er nær um trífaldaður, síðani vit seinast skerdu ríkisveitingina og fastfrystu hana í 2001. Varð ríkisveitingin ikki skerd og fastfryst tá, hevði hon verið minst 1,5 mia. kr. árliga í dag. Í undanfarnu samgongu bleiv blokkurin aftur fastfrystur.

 

– Høvdu vit ikki gjørt hetta, var blokkurin væl oman fyri 700 mió. kr. í dag. Men í dag er ríkisveitingin bert 3 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Fyri hvørjar 100 krónur í búskapinum skapa og fíggja vit sjálv 97 kr. Vit hava ongantíð í nýggjari tíð verið nærri at gera okkum heilt óheft av ríkisveitingini.

 

– Men tað krevur, at vit taka avgerðina og fremja tað í verki, sigur Tjóðveldi.

 

Síðani blokkstuðulin varð skerdur í 2002, er hann til samans minkaður við 10,5 milliardum krónum. Tað vil siga, at Føroyar hava fingnið 10,5 milliardir krónur færri úr ríkiskassanum av teirri avgerðini, sum Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin tóku í 2001 um at serkja ríkisveitingina.

 

Talvan niðanfyri vísir gongdina í ríkisveitingini frá 1997 til 2020 og sum tað sæst, so er talið, sum ríkisveitingin er minkað tilsamans síðani 2002 í krónum 10,494 milliardir.

 

##med2##

 

Eitt slíkt mál frá einum andstøðuflokki fær valla ta stóru undirtøkuna á tingi. Hóast fullveldisflokkarnir hava greiðan meiriluta á tingi – Fólkaflokkurin 8, Tjóðveldi 6, Miðflokkurin 2, Sjálvstýri 1 og Framsókn 2 – sum tilsamans eru 19 tingsessir, so tora vit við stórari vissu at gita, at Fólkaflokkurin ikki fer at stuðla hesum uppskoti frá Tjóðveldi. Men tað vita vit meira um, tá framsøgufólkini hava havt orðið í morgin. Tingfundurin byrjar klokkan 11.

 

Uppskotið hjá Tjóðveldi kann lesast her

 

 

 

Tingmanningin hjá Tjóðveldi, sum varð vald á valinum í 2019. Síðani tá hevur Kristina Háfoss lagt frá sær, hon er vorðin stjóri í Norðurlandaráðnum, og Páll á Reynatúgvu hevur tikið við tingsessi hennara.