Í summar fáa tey, sum ferðast í Norðoyggjum atgongd til lætta og nágreiniliga kunning, um tey støðini tey ynskja at vitja.
Norðoya Kunningarstova hevur í eina tíð arbeitt við verkætlanini ‘Støð’, sum hevur til endamáls at seta 24 kunningarskelti upp í øllum bygdum í norðoyggjum, har víst verður á sermerktu støðini í bygdini, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, verkætlanarleiðari.
-Eg havi innsavnað tilfar saman við heimildarfóki, sum kommunurnar hava víst mær á. Hesi eru fólk, sum eru kend á staðnum, og sum vita mest, tí tey eru har frá, og kunnu koma við søgum og støðum sum ikki eru væl promoveraði frammanundan, sigur hon.
Hon hevur arbeitt við verkætlanini síðani fyrst í januar, og ætlanin er at skeltini skulu koma upp í juni mánað í ár, soleiðis at ferðafólk eisini fáa ágóða av skeltunum part av hesi summarhálvuni.
- Tørvurin at gera umfatandi kunning til ferðafólk er nógv vaksin. Sum dømi kann nevnast, at talið á ferðafólki umborð á Sam til Kalsoynna, er vaksið við 75 prosentum seinastu tvey árini. Tí er týdningarmikið at vit fáa skipað ferðingina, so ferðafólk fáa nágreiniliga kunning, og eitt betri forhold til støðini og bygdirnar við at síggja hvør søgan er á staðnum, og hvørji fólk búgva har, sigur Oliva Døgg Fríðfinsdóttir.
-Soleiðis kann man eisini leiða ferðafólk til onnur støð, enn tey sum eru mest kend, leggur hon afturat. Tað liggur so stór makt í kunningini, tí harvið vísir tú ferðafólki hvat tey skulu hyggja at. Við skeltingini guidar tú fólk og ert við til at skapa atferðina hjá ferðafólki, eitt nú við at kunna leggja vekt á hvat er av týdningi og ikki. Tí er tað av stórum týdningi at áhugamálini hjá bæði ferðafólki og fólki, sum búgva á økinum verða vird, sigur hon.
Niðanfyri er myndarøð av arbeiðinum. Myndirnar hevur Olivia tikið, tá hon hevur vitjað ymisku bygdirnar. Myndirnar eru av Viðareiði, Kunoy og Haraldsundi. Komandi mánaðirnar verður eisini vitjað í hinum bygdunum í Norðoyggjunum. Tilsamans verður vitjað í 24 bygdum.
Verkætlanin verður framd í samstarvi ímillum Frítíðargrunnin, Klaksvíkar Kommunu, Kunoyar Kommunu, Viðareiðis Kommunu, Fugloyar Kommunu, Hvannasunds Kommunu og Kunningarstovuna í Norðoyggjum. Steyrarnir til skeltini eru partur av verkætlan frá 2003, og verða reinsaðir og smurdir av næmingum á serbreytini á Tekniska Skúla.
Til ber at lesa meir um verkætlanina á Facebook bólkinum Støð //Skelta Norðoyggjar.