Danski Javnaðarflokkurin hevur nú sett sær fyri at skapa sonevnd steinriv fram við donsku strendurnar. Hetta skal verða við til at gera, at meira fiskur og størri margfeldni verður í sjónum.
Endamálið er at gera tað betri og fiskiríkari hjá eitt nú frítíðarfiskarum og ikki minst fyri at menna um ferðavinnuna á hesum øki.
Tað eru tey, sum halda, at jú fleiri steinar eru í sjónum fram við strendurnar, jú ríkari verður náttúran, og ætlanin er soleiðis at leggja stórar steinar út í sjógvin.
Sagt verður úr Danmark, at gjøgnum árini eru strendurnar ruddaðar fyri grót, sum er tikið upp í samband við eitt nú havnabyggingar og sum verja á landi.
- Síðan 1900-talið eru mong steinriv blivin burtur, og hetta eru riv, sum fiskurin hevði til at finna sær føði og leita sær skjól. Kunnu vit endurskapa hesi riv, kunn vit eisini veksa fiskatilfeingið fram við strendrunum.
Framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum í umhvørvismálum, Christian Rabjerg Madsen, sigur seg ikki duga at meta um, hvat ein slík verkætlan fer at kosta.
Hugsað verður serliga um jútsku strendurnar og har suðuri í Jútlandi annars.
- Vit hava nógv góð støð um hesar leiðir, har til ber at fiska, og tí eru hesi øki mest áhugaverd. Stórir býir hava stórferðavinnu, meðan vit hinvegin hava ein hóp av náttúruríkidømi, sigur Christian Rabjerg Madsen.