Javnaðarflokkurin skrivaði tilmæli í fullveldismálinum saman við Sambandsflokkinum. Men kortini vil hann føroyskt sjálvræði, bara ikki á sama hátt, sum samgonguflokkarnir.
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, viðgongur, at tað, sum skilir Javnaðarflokkin mest frá samgonguni í fullveldismálinum er sjálv mannagongdin í sjálvstýristilgongdini.
? Samgongan ynskir at staðfesta føroyskt fullveldi og taka yvir øll mál alt fyri eitt. Síðani skal hon samráðast um at fáa danir at umsita tey øki, vit sjálvi ikki megna at umsita.
? Harafturímóti vil Javnaðarflokkurin, at vit samráða okkum til ein sáttmála, ið sigur, at vit so líðandi yvirtaka tey mál, vit megna at umsita. Øllum hesum málum skal Føroya Løgting hava evsta vald á, og eingin avmarking skal vera fyri, hvørji mál skulu kunna yvirtakast. Hetta er ein varislig gongd, ið so við og við víðkar um føroyska sjálvstýrið, sigur formaður Javnaðarfloksins.
Hvílir í danskari vælvild
Jóannes Eidesgaard heldur ætlan samgongunnar vera ógvuliga ótrygga. Hann vísir á, at tað ikki er vist, at danir vilja taka ímóti málum at umsita fyri føroyingar, eftir at føroyingar hava tikið fullveldi og sostatt yvirtikið hesi mál.
? Hetta uppskotið hvílir fulkomiliga í danskari vælvild. Vilja danir ikki umsita tey fyri okkum, so noyðast vit at umsita tey sjálvi, hóast vit hvørki hava pening ella orku til tess.
? Samgongan gongur út frá, at tey rættindi, ríkisfelagsskapurin náttúrliga gevur, skulu halda fram eftir loysingina. Men hett hvílir bert á danskari vælvild.
Harafturímóti heldur Jóannes Eidesgaard, at alternativið, Javnaðarflokkurin hevur til fullveldisætlanina, tryggjar okkum at danir umsita tey málini fyri okkum, sum vit ikki megna at umsita.
? Eftir okkara uppskoti verða málini jú yvirtikin eitt fyri og annað eftir, so hvørt vit hava orku til at umsita tey. Hetta tryggjar okkum, at vit ikki koma í trupulleikar av teimum.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at hetta í veruleikanum merkir, at munurin millum samgonguna og Javnaðarflokkin er, at Javnaðarflokkurin ikki vil loysa fullkomuliga frá Danmark. Ríkisfelagsskapurin og tey náttúrligu rættindini, hann gevur, skulu varðveitast.
Rættindini, sigur formaður Javnaðarfloksins vera, at tað skal bera til at lesa í Danmark og samstarva á nógvum øðrum økjum, uttan at spurnartekin verður sett við hetta.
? Ríkisfelagskapurin inniheldur nøkur virði, ið ikki kunnu roknast um til pening. Og tað er ógvuliga umráðandi, at vit kunnu varðveita hesi virði, sigur Jóannes Eidesgaard.
Evsta vald umráðandi
Sum skilst á Jóannesi Eidesgaard er tað eins umráðandi fyri Javnaðarflokkin at fáa evsta vald, sum tað er hjá samgonguflokkunum.
Munurin er kortini, at Javnaðarflokkurin vil hava evsta vald á ymisku málsøkjunum, so hvørt tey eru yvirtikin, meðan samgongan fer til Danmarkar at samráða seg til ein sáttmála, ið sigur, at Føroyar taka yvir øll mál í senn, og at Føroya Løgting tískil fær evsta vald á teimum øllum samstundis.
Í uppritinum til ríkisrættarligu samráðingarnar vísir landsstýrið á nøkur ávís mál, ið landsstýrið vil samstarva við danir um, hóast vit eru vorðin sjálvstøðug.
Hesi mál eru millum annað verja, valuti og kongshús. Eisini skulu vit samstarva um yvirskipaðan uttanríkispolitikk eina tíð.
Tó leggur landsstýrið dent á, at vit skulu hava evsta vald í øllum málsøkjum.
Málini, Javnaðarflokkurin heldur, vit ikki eru før fyri at yvirtaka, eru júst tey somu. Hesi málini heldur hann vera ein púra náttúrligur partur av ríkisfelagsskapinum, og tí heldur hann ikki, at nakar trupulleiki fer at verða av, at danir umsita hesi mál fyri okkum, fáa vit sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.
? Tað er millum annað hetta ríkisfelagsskapurin merkir fyri okkum. Síðani er ríkisfelagsskapurin eisini tað tætta samtarvið millum Grønland, Danmark og Føroyar, ið er knýtt saman bæði søguliga og við familjubondum.
? Skulu vit loysa frá Danmark og síðani samráðast um samstarv, skulu vit rokna við, at koma at standa í bíðirøð eins og onnur lond. Tá fara danir nevniliga ikki, at taka okkum fram um onnur, sigur Jóannes Eidesgaard.










