Vilja seta heimsmet

Hósdagin 3. desembur 2009, verður ein roynd gjørd at seta heimsmet í náttarkaving.

Klokkan 20.09 tað kvøldið fara umleið 3.000 kavarar úr eitt nú Danmark, Finlandi, Íslandi, Norra, Svøríki, Estland, Svalbard, Egyptalandi, Frankaríki, Belgia, Italia, Litava, Tysklandi og í Føroyum at kava á 142 støðum.

Tone Svee Dahl (31 ár) úr Fredrikstad í Norrra er stigtakari til royndina eftir heimsmetinum. Hon samskipar royndina hjá teimum ymsu lokalu fyriskiparunum, til hetta serliga tiltakið, sum kring heimin verður rópt ?Diver´s Night?.

Endamálið við Diver´s Night er at vísa á kavara ítróttina, at savna kavarar og kavarafeløg kring allan heimin og at vísa hvussu spennandi og avbjóðandi hendan ítróttin er; allar árstíðir, allar tíðir á degnum!

Diver´s Night byrjaði í 2005, tá eitt landsumfatandi náttarkav varð fyriskipað í Norra. 351 kavarar kavaðu samstundis runt alt Norra. Í 2006 øktist luttakaratalið til 898, við luttakandi kavarum úr Norra, Svøríki og Danmark á 93 ymsum støðum. Í 2007 varð náttarkavið hildið í Norra, Svøríki, Danmark, Estlandi, Íslandi og Svaldbard, við tilsamans 1895 kavarum í sjónum á 138 ymsum støðum.

Heimsmetið var tikið síðsta ár, í 2008, har tað vóru 2183 kavarar úr Norra, Svøríki, Danmark, Estlandi, Ìslandi, Svalbard og Føroyum.

Í Føroyum verður kavað í gomlu Hoyvíkini og á Skipanesi. Fyriskiparar eru ávíkavist Tórshavnar Froskmannafelag og dive.fo.