Vilja seta 13 vindmyllur upp í Havn

SEV hevur núy søkt Vinnumálaráðið um loyvi til at gera eina vindmyllulund í í Húsahaganum í Havn.

Fyrr í vetur var elfelagið SEV frammi við ætlanini um eina vindmyllulund í Suðurstreymoy, men tá var aftursvarið, at útbjóðingartreytirnar í elveitingarlógini vóru ein forðing fyri at fremja ætlanina.

Nú Føroya Løgting júst hevur broytt lógina á hesum økinum, hevur elfelagið SEV orðað eina umsókn, sum bleiv borin Vinnumálaráðnum í seinastu viku.

Í hesum sambandi hevur SEV sum loyvi til at seta upp 13 vindmyllur av slagnum Enercon 900 kW í Húsahaganum.

Við eisini at seta eina stabiliserandi battarískipan upp, metir SEV, at lundin kann gera eini 46 GWt av streymi um árið.

Hetta fer at spara SEV fyri eina oljunýtslu uppá eini 10.000 tons um árið, sum við dagsins prísum kosta um 40 milliónir krónur.

SEV metir, at tilsamans fer vindmyllulundin at kosta einar 140 milliónir krónur

- Saman við vindorkuverkætlanini í Neshaga, sum verður framd í løtuni og útbyggingini á Eiðisverkinum, verður samlaða elframleiðslan úr varandi orkukeldum tá 67%, sigur SEV

Orkufelagið leggur afturat, at verður málið avgreitt skjótt, kann lundin verða klár at taka í nýtslu longu um eitt ár, ella næsta summar.