Vilja selja Vágar

Nú skulu vágar seljast. Tað hevur Felagið Vágar sett sær fyri. Komandi tveir leygardagarnar verða tiltøk, sum ætlandi skulu menn sølu- og tænastuvinnu í oynni

Vágafólk fara komandi tveir leygardagarnar at halda skeið fyri teimum, sum vilja vita meira um sølu- og tænastuvinnu í oynni.
Felagið Vágar fer komandi leygardag at skipa fyri skeiði um sølu og tænastu. Tað sum tey nevnda Sølugerðin ella visuel søla.
Skeiðið verður hildið í Bø og byrjar leygarmorgunin klokkan 09.00 og heldur á til klokkan 18.00 leygarkvøldið.
Tað er Benny Eidesgard frá felagnum Samskifti, sum fer at halda skeiðið fyri fólki, sum hevur teknað seg. Tekningarfreistin er farin, siga fyrireikararnir.
Trivið verður í mangt og hvat, sum hevur við sølu og tænastu at gera. Heilt frá grundini av.
Hvør kann fara undir slíka vinnu? Hvussu fólk eiga at bera seg at í slíkari vinnu? Um at taka í móti fólki. Tosingarlag, verumaáti og hvat nú kann renna í hugan.
Leygardagin 26. mars, sum er páskaaftan, verður ein temadagur um ferðavinnu í Vágum hildin í bygdarskúlanum í Miðvági. Hesin dagur er partur av skránni hjá Kvinnubólkinum í Vágum.
Á tí tiltakinum fer millum onnur Oda Andreasen, sum er produktchefur hjá stóra ferjufelagnum Stena Line, at siga frá um ferðavinnu og ymsar hættir at reka ferðavinnu.
Eisini verður pláss fyri meira lokalum hugleiðingum, har millum onnur Ólavur Poulsen úr Vatnsoyrum fer at siga frá.
Hesin temadagurin um ferðavinnu í Vágum, byrjar klokkan 14.00 seinnapartin, og hann er almennur.