Týska stórfelagið FC Bayern leitar eftir nýggjum málmanni, tí Michael Rensing hevur ikki staðið serliga væl í ár. Danski landsliðsmálmaðurin Thomas Sørensen hevur verið nevndur sum eitt boð, men nú er Hannover til reiðar at selja Robert Enke til Bayern.
- Um Bayern setir seg í samband við okkum, eru vit til reiðar at taka samráðingar upp, sigur ítróttarstjórin í Hannover, Martin Kind, við Bild.










