Fíggjarligt støðufesti hevur í dag sent út tíðindaskriv, har tey siga seg vera sinnað at selja ognarlutin á 30%, sum stovnurin framvegis hevr í Eik Banka.
Fíggjarligt støðufesti seldi í 2011 70% av partapeninginum til TF Holding. Nú hava partarnir gjørt eina treytaða avtalu um sølu av seinastu 30% av partapeninginum.
Tað merkir tó ikki, at TF Holding sjálvvirkandi keypir allan partapeningin. Í tíðindaskrivinum verður sagt, at sølan verður skipað eftir einum gjøgnumskygdum leisti, har hægstbjóðandi fær rættin til partapeningin, men samstundis hevur TF Holding tryggjað sær forkeypsrætt.