Vilja samstarva við Obama

John Boehner, sum er formaður hjá republikanarunum í Umboðsmannatinginum, sigur, at hann og hansara floksfelagar eru til reiðar at samstarva við Barack Obama, forseta í arbeiðinum at skerja hallið á fíggjarlógini.

Amerikanska fíggjarlógin hevur stórt hall, men higartil hava politikararnir ikki verið samdir um, hvussu tað skal minka. Republikanararnir, sum eru í meiriluta í Umboðsmannatinginum, vilja skarva av teimum almennu útreiðslunum. Hesum tekur forsetin lutvíst undir við, men hann vil eisini hava tey múgvandi at rinda meiri skatt.

John Boehner sigur, at teir amerikonsku veljararnir vilja hava politikararnar at samstarva fyri at fáa tamarhald á hallinum og skuldini hjá tí almenna, og at republikanararnir eru sinnaðir at arbeiða saman við forsetanum um hetta. Hann leggur tó afturat, at republikanararnir taka ikki undir við skattahækkingum, men at teir eru sinnaðir at økja skattainntøkurnar hjá ríkiskassanum við at strika nakrar frádráttir í skattalógini.