Vilja samstarva við nýggja forsetan

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamín Netanyahu, segði í dag, at ísraelsmenn vilja arbeiða saman við tí nývalda forsetanum í Egyptalandi, Mohamed Mursi.

Netanyahu sigur í einari fráboðan, at Ísrael virðir úrslitið av egyptiska forsetavalinum, og at landið vónar, at samstarvið landanna millum kann halda fram við støði í friðaravtaluni, sum londini gjørdu í Camp David í 1979.

Fleiri onnur lond hava ynskt Mohamed Mursi og egyptiska fólkinum tillukku við forsetavalinum. Morsi, sum stillaði upp fyri Muslimska Bróðurskapin, fekk sambært valnevndini 51,7 prosent av atkvøðunum í seinna valumfari.