Vilja samráðast við serlæknar um privatar viðtalur

Serlæknarnir á føroysku sjúkrahúsunum vilja nú hava samráðingar við Heilsumálaráðið um tað privata læknavirksemi teir hava afturat sjálvum starvinum á sjúkrahúsunum.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, sigur, at tað er Heilsumálaráðið avgjørt sinnað til, tí tey vilja eisini fegin hava fastari karmar um privata viðtalu virksemi hjá serlæknanum.

Hann sigur, at sáttmálin, sum serlæknarnir arbeiða eftir, er gamal og tí við Heilsumálaráðið hava nýggjan sáttmála.

Ein partur av hesum samráðingum verður at fáa greiði á, hvussu nógv serlæknarnir skulu hava í samsýning fyri tær ymsu viðgerðirnar og, hvussu nógv teir skulu rinda í samsýning til sjúkrahúsini fyri at brúka høli og útgerð hjá sjúkrahúsinum í teirra privata virksemi.

- Heilsumálaráðið vil hava gjøgnumskygnið í, hvat virksemi hjá serlæknunum er fyri almenna heilsuverkið og hvat er privat virksemi.

Kortini er greitt, at ongar samráðingar verða, fyrrenn nýggj samgonga er skipað, sigur Poul Geert Hansen.