Higartil hevur hava tey á viðgerðarstovninum á Eiði bjóðað ungum inn á stovnin til viðgerð í nakrar vikur. Men nú fara tey eisini at bjóða eitt nýtt tilboð við ambulantari viðgerð, sum kallast MOVE.
– At lata ung fólk vera inni á einum stovni í 3 mánaðir er ikki gott fyri øll, hevur man funnið útav. Tí roynir man í staðin at fara út og hjálpa teimum, har tey eru, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Frælsinum.
Endamálið við MOVE viðgerðarháttinum er, at man kann fáa hjálp uttan at noyðast at flyta inn á stovnin. Í staðin verður skipað fyri vikuligum samrøðum.
– Tá ein ungur kemur inn til samrøðu, so spyr man ikki um misbrúkið. Man snakkar heldur um menniskjað og tess avbjóðingar í dag, sigur Martin Kúrberg.
– Vit vilja heldur vera stuðlandi og eggjandi. Tað er tað, konseptið snýr seg um. Man møtir tí unga í eygnahædd og lurtar eftir teimum trupulleikum og avbjóðingum, sum tann einstaki hevur á degnum, sigur Heidi Tvørfoss, sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í kognitivari viðgerð og miljøterapi, sum arbeiðir á Frælsinum.