Tey eru stór og sermerkt, og áhugin er eisini har eftir.
Á heimasíðuni hjá meklarafyritøkuni Skyn sæst, at seinasta boðið, sum er innkomið, er hægri enn prísuppskotið. Prísuppskotið er sett til at vera 4.500.000 krónur, men nú er seinasta boðið farið uppum - á heili 4.550.000 krónur.
Húsini, sum eru frá umleið 1950, eru umleið 500 fermetrar til støddar, meðan sjálvt grundstykkið er 1850 fermetrar. Hæddirnar eru tríggjar í tali, meðan fýra kømur eru í húsunum.
Tað letur til, at áhugin fyri húsunum er stórur, tí kappbjóðað verður um sermerktu ognina. Núverandi hægsta boð stendur við til fríggjadagin, og tá verður spurningurin, um eitt hægri boð kemur ella um húsini verða seld fyri 4.550.000 krónur.