Formenninir í Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum krevja nú, at málini um løggildu grannskoðararnir og skúladepilin í Suðuroy, fáa avleiðingar. Høgni Hoydal og Kári á Rógvu hava havt fund í morgun um tað, teir kalla ta fyrisitingarligu kreppuna, Føroyar eru í.
Teir siga, at serliga er ólukkuliga støðan lýst í frágreiðingini hjá Løgtingsins um politiska uppílegging í grannskoðaramálið, men eisini í øðrum frágreiðingum
Samstundis halda teir at tað verður greiðari og greiðari, hvussu stór politiska gølan um Skúladepilin í Suðuroy er.
Men hvørja ferð tingfólk royna at kanna hesi mál, hevur ABC samgongan brúkt sín meiriluta til at leggja lok á málini og til at forða fyri djypri kanningum, staðfesta teir.
Tí fara hesir báðir politisku formenninir at skjóta upp, at ákæra verður reist eftir lógini um ábyrgd landsstýrismanna ímóti teimum landsstýrismonnum, ið sambært frágreiðingini hjá Løgtingsins Umboðsmanni, hava framt greitt brot á sínar skyldur og ábyrgdir.
Teir mæla eisini til, at Løgtingið setur kanningarstjóra at kanna og lýsa alt málið um skúlabyggingina í Hovi við denti á politisku og fyritsingarligu avgerðirnar.
- Fer samgongan at forða fyri hesum, fara vit at leggja uppskot fyri tingið um at seta eina seta nevnd at kanna hesi mál, siga Høgni Hoydal og Kári á Rógvi.
Og tað verður ein av næstu døgunum, at Løgtingið fær høvi til at taka støðu til hesi uppskotini.