NSÍ og B36, sum bæði spældu javnleik fyri viku síðani, hittast við Løkin í Runavík í dag.
NSÍ hevur framvegis ikki vunnið nakran dyst í hesum kappingarárinum, hóast teir seinastu vóru ógvuliga nær við at fáa øll trý stigini við sær úr Vágum fyri viku síðani. Runavíkingar hava tvey stig á konto, men í dag leggja teir nógv fyri í royndini at vinna fyrsta dystin.
B36 spældi fyri viku síðani á heimavølli ímóti TB, og tá manglaði B36 bæði ferð og hugflog, og dysturin endaði við javnleiki, eftir at B36 javnaði TB-leiðsluna við brotssparki seint í dystinum. B36 liðið hevur verið merkt av, at framrættaðir profilar á liðnum hava verið skaddir.
NSÍ-B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00