Vilja raðfesta skúla fremri enn ítróttarhøll

Borgarar heima á Sandi meta, at kommunan átti at raðfest skúlan í bygdini fram um ítróttarhøllina, sum í løtuni hevur fyrsta prioritet. Borgarstjórin sigur, at raðfestingin er gjørd, og fíggjarlógin er samtykt. So tað kann ikki broytast

Undirskriftir

Sandi:Heima á Sandi hevur ein bólkur av foreldrum tikið stig til at savna undirskriftir til tess at vísa bygdarráðnum, at tey eru ósamd við raðfestingini hjá Sands Kommunu, sum sigur, at ítróttarhøll skal raðfestast fremri enn bygdarskúlin, har smærru børnini ganga.
Tey sum hava lagt listarnar út í handlarnar á Sandi, siga, at tey halda tað vera av størri týdningi at byggja nýggjan bygdarskúla á Sandi heldur enn ítróttrhøll.
Ein teirra, sum hevur skrivað undir áheitanina, sigur við Sosialin, at tey longu eru løgd undir at vera í móti ítróttarhøllini.
Men so er ikki, sigur undirskrivarin. Vit vilja saniliga eisini hava ítrróttarhøll, men vilja bara vísa á, at vit halda raðfestingina vera skeiva. Tað eigur eftir okkara tykki at vera skúlin, sum eigur fyrsta prioritet, og tá hann er liðugur, eigur ítróttarhøllin at koma.
Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, sigur, at bygdarráðið hevur raðfest soleiðis, og fíggjarætlanini fyri 2002 er samtykt við ítróttarhøllini á fyrsta plássi, og tað kann ikki broytast.
Men hann virðir rættin hjá teimum, sum hava aðra áskoðan enn bygdarráðið, at gera hana galdandi, leggur hann dent á.

Fáment
Páll á Reynatúgvu førir fram, at tey, sum skrivað hava undir, eru sera fáment. Og hann rør eisini fram undir, at talan kann vera um politiskt spæl.
Han vísir á, at av teimum trimum, hann metir sum stigtakarar, eru í hvussu er tvey, sum hoyra til ávísan politiskan flokk, sum borgarstjórin ikki er limur í.
?Tað harmar meg nógv, um málið nú verður partapolitiskt litað, sigur Páll á Reynatúgvu.
Tað er gott, at fólk gera vart við, hvat tey halda um ávís mál, Tað er partur av fólkaræðinum og kann birta upp undir kjak um ymisk mál, sigur hann.
Grundin til, at hetta málið yvirhøvur er komið upp, sigur Páll á Reynatúgvu, er tann, at sitandi bygdarráð hevur verið opið og kunnað borgararnar í kommununi um tað, sum fer fram. Soleiðis at fólk eisini hava fingið at vita, at ítróttarhøllin er raðfest fram um skúlan.
?Tað er nakað heilt nýtt, sum einki bygdarráð undan hesum nakrantíð hevur gjørt, vísir hann á.

Samt bygdarráð
Tað var eitt samt bygdarráð, sum tók prinsippavgerð um at seta pening av til írtróttarhøllina, vísir Páll á Reynatúgvu á.
Arbeitt verður nú við eini samstarvsloysn við aðrar kommunur í oynni. Onkur fundur hevur verið, og nýggju fundur er avtalaður, sigur hann.
At skúlin treingir til ábøtur, er hann púra greiður yvir.
Gamli skúlin á Sandi, sum er frá 1884, er ótíðarhóskandi, og nýggjur skúli má heilt skjótt byggjast.
Men sum fíggjarstøðan hjá kommununi er nú, ber ikki til at fáa bæði høll og skúla, og tá raðfestingin nú er gjørd, verður neyðugt at fylgja henni.
Hinvegin vísir borgarstjórin á, at tey bæði málini, sum standa allarfremst hjá kommununi aftan á niðurgjalding av skuld, eru ítróttarhøllin og skúlin.
Tað er bara fíggjarligi førleikin sum ger av, nær skúlin verður bygdur.
Eingin ivi er um, at skúlin kemur, men bara ikki beint nú.
?Í ár er umleið ein millión sett av til ítróttarhøll, meðan einki er sett av til skúla. Tað er so tað, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi.
Hugskotið til ítróttarhøllina er annars ikki komunalt, sigur hann, men er komið frá B71, sum eisini hevur søkt Undirvísingar- og Mentmálastýrið um stuðul til bygging av høllini.
Sands Kommuna hevur í ár sett 200.000,- krónur av til víðkan av barnaansingini, soleiðis at 10 ansingarpláss verða tøk afturat. Eisini hevur Sands Kommuna eina útstykking á veg.
Sands bygd er í vøkstri. Í fjør komu umleið 50 fólk afturat í komununa, og fólkatalið fór fyri fyrstu ferð í nógv ár upp um 600.
Samlaða skuldin hjá kommununi er 35 milliónir, sum er knappar tríggjar álíkningar.
Miðað verður í móti, við verandi gongd, at gjalda skuldina niður komandi 10 árini, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi.