Vilja úr Samtaki

Landsfundurin hjá Fiskimannafelagnum fer at viðgera eitt uppskot um at fara úr Samtaki Allar fiskimenn eru ikki fegnir um, at Fiskimannafelagið er við í Samtaki, og tí hava tveir sóknarformenn sent felagnum inn uppskot at siga limaskapin í Samtaki upp.

Orsøkin til misnøgdina há teimum er fyrst og fremst, at Fiskimenn og arbeiðsfólk á landi í mongum førum hava mótstríðandi áhugamál. Arbeiðarafeløgini vilja ikki hava fiskimenn at arbeiða fiskin umborð, tí harvið gevur minni arbeiði til teirra. Fiskimenninir vilja hava fríari ræsur at landa uttanlands fyri at fáa betri prís, men tað dámar arbeiðarafeløgunum ikki.