PRIVATISERINGAR
Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at koma í tingið við lógaruppskoti um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfarskipum Landsins. Flokkurin skjýtur upp, at skipað verður deild undir Vinnumálastýrinum, sum skal taka sær av øllum virkseminum, sum nú er hjá Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Strandfaraskipum Landsins.
? So nógv sum gjørligt av tí virksemi, sum nú hoyrir undir hesar stovnar, verður privatiserað og úlisiterað til privat at røkja, sigur Sambandsflokkurin í uppskotinum. Eisini skjýtur flokkurin upp, at uppgávurnar hjá nýggju deildini skulu í høvuðsheitinum vera ráðgeving, útbjóðingar og at vera eftirlitsstovnur fyri Føroya Landsstýrið.
Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at lagt verður upp til eina heildarloysn, sum fevnur um báðar stovnarnar og at gera bygnaðarbroytingar í landsstýrinum.
Sambandsflokurin heldur, at vit alla tíðina eiga at stremba eftir at reka samfelagið bíligar og so effektivt, sum gjørligt. Hetta fyri at tey, sum nýta tænasturnar og skattgjaldarin skulu fáa eina so góða tænastu sum møguligt ? og bíliga.
Flokkurin vísir á, at Landsverkfrøðingsstovnurin higartil hevur staðið fyri øllum infrasskipanaruppgávum, og verður nevnt sum dømi vegir, tunnlar, havnir, tyrlupallar, ferjulegur o. a. uppgávur, sum bæði eru gjørdar fyri kommunur og landsstýrið.
Sagt verður eisini, at Strandfaraskip Landsins hava staðið fyri sjóvegis flutninginum í millum oyggjarnar og hava gjørt royndir við uttanlandssigling. Harumframt rekur stovnurin eisini farmaflutning við lastbilum og trailarum, ferðafólkaflutning við bussum, bilverkstað o. a. Eisini hevur stovnurin fyrr havt tyrluflúgvingina um hendi.
Sambandsflokkurin heldur, at verandi skipan politiskt hevur verið trupul at umsitið og hevur mangan givið bæði landsstýrismonnum og løgtingsmonnum grá hár í høvdið. Skipanin hevur eisini onkuntíð verið beinleiðis orsøkin til samgonguslit.
? Flestu munnu ásanna, at skpanin hevur fingið loyvi at vaksa á ein hátt, sum ikki gevur borgaranum bestu og bíligastu tænastuna. Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin skal koma við einum fullfíggjaðum uppskoti um, hvussu hetta best kann gerast, so endamálið við eini bygnaðarbroyting, privatiseringar- og útlisiteringarætlan av nevndu stonvum samlað kann verða rokkið, sigur Sambandsflokkurin.
At enda sigur flokkurin, at tænastan, sum kemur at loysa av ta verandi, skal hava sum mál at útvega borgarunum eina betri og ódýrari tænastu.