Vilja onki siga

Á eykaflokstingi hjá Tjóðveldisflokkinum í desembermánaði varð mælt til, at Tórbjørn Jacobsen varð settur uttanfyri tingbólk floksins. Hetta hevði við sær, at Tórbjørn Jacobsen ikki skuldi fáa rætt til at umboða Tjóðveldisflokkin í nevndum ella øðrum álitissessum valskeiðið út.
Nú Fólkatingsval er útskrivað er enn ógreitt, hvussu verður við framtíðini hjá tjóðveldismanninum. Karsten Hansen, næstformaður í tingbólki floksins, hevði onga viðmerking, tá hann varð spurdur, um Tórbjørn Jacobsen fór at stilla upp fyri flokkin ella ikki. Roynt varð eisini at fáa fatur á Tórbirni sjálvum, men hann var ikki at hitta.