Vilja nema við tað friðhalgaða

Politisku ungmannafeløgini vilja hava eitt virðiligt kjak um tabu evnini í føroyska samfelagnum. Leygardagin skipa tey fyri ráðstevnu um rúsdrekka, porno, fosturtøku og homoseksualitet á Læraraskúlanum

Politisku ungmannafeløgini í Føroyum eru við at ótolnast. Ungmannafeløgini eru á einum máli um, at mál sum fosturtøka, rúsdrekka, samkynd og porno í Føroyum hevur uppiborið eitt virðiligari kjak, og tí gera tey nakað við málið. Leygardagin skipa politisku ungmannafeløgini fyri eini rættiligari áhugaverdari og forvitnisligari ráðstevnu í Læraraskúlahøllini. Undir heitinum, Tabu-ráðstevnan, verður alment kjak um rúsdrekka, fosturtøka, homoseksualitet og porno í Føroyum.
Øll evnini eru sokallað friðhalgað evni í føroyska samfelagnum, og politisku ungmannafeløgini meta, at stórur tørvur er á einum kjaki um hesi evni.
?Tað er væl lættari hjá ungmannafeløgunum at kjakast um hesi evni enn flokkarnir í løgtinginum, tí teir eru bundnir av samgonguskjali og veljarunum, og tí er torført at fáa gongd á kjakið um tabu evnini. Føroyar eru eftirbátur á hesum økjum, og vit vóna tí at birta í eitt kjak, sum eisini kann halda fram eftir ráðstevnuna, greiðir Ragnhild Olsen.

Øll sjónarmið við
Fleiri áhugaverd fólk fara at hava innlegg um tey ymisku tabu evnini í Føroyum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, og stjórin á Rúsdrekkasølu Landsins, Dagmar Joensen, leggja fyri við at siga sína hugsan um rúsdrekkalóggávuna.
Annað evnið verður fosturtøka, har umboð fyri ProVita og kvinnufelagnum í Havn siga frá sínum sjónarmiðjum. Porno verður triðja evnið. Jógvan á Høvdanum, ið gevur blaðið Ð út og Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum, fara at røða um porno. Seinasta evnið verður homoseksualitetur, og innleggini eiga O.K Olofson, prestur, og Sonja Jógvansdóttir, limur í Ælaboganum.
Stigtakararnir siga, at tað hevur verið lætt at fáa tey ymisku fólk at greiða frá sínum sjónarmiðum um tabu evnini. Ungmannafeløgini hava lagt seg eftir at fáa fólk, sum kunnu verða við til at lýsa evnini frá báðum síðum. Fólkini, ið eru vald, verða mett til at kunna at fáa eitt virðiligt orðaskifti í gongd um evnini, har møguleiki verður fyri at hoyra øll sjónarmið á økjunum.
Fyrireikararnir siga seg vóna, at fólk møta fjølment upp, so kjakið verður so lívligt sum gjørligt. Sagt verður frá, at ráðstevnan byrja klokkan 10 leygarmorgunin í Læraraskúlahøllini.