Sjóvar kommuna hevur nú skrivað út kapping um nýtt búmerki til kommununa, og ynskið hjá kommununi er at fáa eitt búmerki, sum á einfaldan hátt lýsir Sjóvar kommunu.
- Tað stendur fólki frítt í at velja litir og snið. Navnið Sjóvar kommuna skal tó varðveitast og skal kunna brúkast saman við ella í búmerkinum.
Víst verður á, at nýggja búmerkið skal kunna brúkast á eitt nú brævpappíri, heimasíðuni, bygningum, bilum og øðrum. Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna brúkast svart/hvítt.
- Uppskot skulu verða í A4 stødd og leggjast í ein brævbjálva við frámerki á. Tað hevði eisini verið gott, um frágreiðing fylgdi uppskotinum um, hví júst hetta búmerki er hóskandi til Sjóvar kommunu.
Neyvari frágreiðing kann lesast um búmerkjakappingina á heimasíðuni - www.sjovarkommuna.fo - og seinasta freist at senda inn uppskot er hin 1. september 2018.









