Vilja menna samstarvið

Í hesum døgum vitja 12 lesandi úr Íslandi í Føroyum. Tey ganga øll á lærda háskúlanum, har tey lesa fólkalívsfrøði, geografi ella ferðavinnu. Við vitjanini vilja tey byggja upp at slag av sambandi millum Føroyar og Ísland

Klaksvík: Í góðveðrinum mikudagin hitti Sosialurin nakrar íslendingar, sum í hesum døgum eru í Føroyum í sambandi við uppgávur, sum teir skulu gera á lærda háskúlanum í Íslandi.
Eitt av meginmálunum við ferðini er at menna samstarvið landanna millum, og eisini millum teir báðar lærdu háskúlarnar í Føroyum og Íslandi.

Vitja runt

Teir lesandi íslendingarnir komu til Føroya mánadagin. Har tók Jógvan Mørkøre frá Fróðskaparsetri Føroya ímóti teimum, og tey vóru allan dagin í Havn, áðrenn leiðin um kvøldið gekk til Klaksvíkar. Í Klaksvík vóru tey so til mikukvøldið, tá tey fóru aftur til Havnar.
? Vit gera uppgávur um ymiskt. Her eru fýra bólkar, sum hava hvør sítt evni. Tey arbeiða ávíkavist við Ferðavinnu, tónleiki, fjarlestri og málningalist, greiðir Gunnar Þór Jóhannesson, sum er leiðari fyri ferðini.
Bólkurin, sum fæst við ferðavinnu, hevur ímeðan tey hava verið her norðuri verið á Viðareiði og spurt um ferðavinnu har. Eisini hava tey ætlanir um at fara til Nólsoyar.
? Bara við at gera ein túr á henda hátt, so skapar tú samband millum bæði londini, og tað hevur meira at siga fyri okkum enn sjálvar verkætlanirnar vit arbeiða við. Tað er orsøkin til, at vit eru komin higar. Ògvuliga lítið samband hevur verið landanna millum, og hetta ætla vit at bøta um, sigur Gunnar.
Tá vit fangaðu tey, vóru tey á Granskingardeplinum í Klaksvík. Har skuldu tey tosa við Gest Hovgaard og Ólavur W. Høgnesen um fjarlestur og útjaðaramenning
Hvør bólkur skal, tá komið er aftur itl Íslands, gera eina lítla uppgávu um evnið tey hava valt, og síðani skulu tey eisini hava eina lítla framløgu.

Tónleikur

Ein av bólkunum ger uppgávu um føroyskan tónleik. Í Íslandi hevur seinastu tíðina verið ein, sum íslendingar kalla tað, føroysk alda av tónleiki.
? Vit kanna fyribrygdið, sum føroyskur tónleikur er, og vit tosa við fólk, sum antin spæla, útgeva ella skriva um tónleik, greiða tveir í tónleikabólkinum frá.
? Føroyskur tónleikur er ógvuliga væl umtóktur í Íslandi. Tað byrjaði við Týr, so Eivør og Clickhaze, og tað hevur hildið áfram soleiðis. Vit hava lurtað eftir tónleikinum og roynt at funnið útav, hví íslendingum dámar so væl føroyskan tónleikin.
Teir hava eisini roynt at seta tónleikin saman við føroyska samfelagið og føroyskar siðir, og hugt eftir, hvat er nýt tog hvat er gamalt.
? Tað kom óvart á okkum, hvussu nógv fólk í Føroyum fáast við tónleik og útgávur. Eisini er merkistvert, hvussu fjølrboyttur tónleikurin er, og hvussu høgt fólk ganga uppí tað. Vit eru faktiskt øvundsjúkir, siga teir báðir og flenna.
Teir leggja afturat, at í føroyska tónleikaheiminum hendir nógv meira samanborið við tann íslendska.
? Føroyskir bólkar og tónleikarar eru á ógvuliga høgum støði.
Á ferðini her í Føroyum hava teir higartil hitt Eyðun Klakstein, sum skrivar um tónleik, og eisini høvdu teir avtalur við Kristian Blak, Hans Egholm og Sólarn Solmunde. Og leygardagin skal tónleikabólkurin til hálvfinaluna í Prix Føroyum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tað gleða tey seg nógv til.
? Vit hildu, at mars mánaður fór at vera so at siga deyður her, men vit mistóku okkum. So tað verður spennandi at síggja leygardagin, tí vit hava onga slíka kapping í Íslandi. Har er bara ein fyri ungar tónleikabólkar, verður greitt frá.
Túrurin til Føroya er stuðlaður av íslendksa mentamálaráðnum, Fitur og lærda háskúlanum í Íslandi.
? Vit hava fingið stórt gestablídni bæði frá Granskingardeplinum og Fróðskaparsetri Føroya, sigur Gunnar Þór Jóhannesson, ferðaleiðari.
Hetta er fyrsta ferðin av hesum slagi, sum er gjørd til Føroya. Ein líknandi ferð er gjørd til Grønlands fyrr. Lærdi háskúlin í Íslandi telur millum 7 og 8000 lesandi, og har er tað møguligt at lesa næstan allar grundlærugreinar á universistetsstøði.