Tey ynskja, at ein giftur maður skal hava møguleika fyri at hava fleiri konur, á sama hátt sum giftar kvinnur eiga at kunna gifta seg við fleiri monnum. Sambært ungdómspolitikkarunum er tað ikki heilt uttan krøv, at fleirgiftan skal loyvast. Tí ein giftur maður skal ikki uttan víðari kunna fáa sær eina konu aftrat. Tað skal konan, hann upprunaliga er giftur við loyva honum, og umvent. Harumframt skulu serlig atlit takast til børn.