Endamálið er at seta eina ráðgeving á stovn, har børn og ung við sálarligum trupulleikum kunnu venda sær til. Og talan skal ikki vera um nakra bíðitíð og børnini, og tey ungu, kunnu vera dulnevnd.
Tað eru tey í Sinnisbata, sum nú ætla sær at skipa eina serliga ráðgeving til børn og ung við sálarligum trupulleikum. Talan er um eina ráðgeving til børn og ung í aldrinum 12 – 25 ár, sum vilja hava onkran at tosa við. Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, heita tey á Løgtingið um at játta pening til endamálið.
Ætlanin er at stovna eina ráðgeving eftir tí leisti, tey nevna Headspace, sum tey Sinnisbata siga, danir hava góðar royndir av.
Tey í Sinnisbata siga eisini, at hetta er eitt slag av ráðgeving, sum hevur so góð úrslit at vísa á, at tað hevur fingið heiður frá Norðurlandaráðnum fyri arbeiðið til frama fyri trivnaðin hjá børnum og ungum
Tey siga, at ráðgevingin er fakliga grundað og at tey hava eina fakliga dygdargóða, og serføroyska verkætlan, sum er klár at seta á stovn, men at tey mangla fígging.
– Hetta er eitt tilboð, sum kann vera við til at lofta nógvum ungum, sum í løtuni ikki hava eitt stað at fara við tankum og kenslum, áðrenn tey hava tørv á viðgerð sigur Sinnisbati. Og tey siga, at her hugsa tey, eru í eini grásonu, og ikki eru nóg sjúk til psykiatri.
Tey siga, at ein slík ráðgeving kostar 3,6 milliónir og at tey eisini eru í góðum samskifti við Tórshavnar býráð um stuðul.