Tað er eitt mál, sum føroyska Fótbóltssambandi og fleiri av sambondunum í smærru londunum hava roynt at broytt seinnu árini, men enn hevur hetta ikki eydnast.
- UEFA er í høvuðsheitunum ikki til at vika frá meginregluni um, at øll limalondini skulu liva upp til minstukrøvini, sum sett verða. Og bara nøkur heilt fá undantøk verða givin, segði Óli Holm millum annað í formansfrágreiðingini.
Millum undantøkini, sum eru givin, kann nevast, at UEFA hevur góðtikið, at minstatalið av sitiplássum til heimavøll hjá liði í fremstu deildini er minkað úr 10.000 niður í 300!