Vilja lesa til lærara og sjúkrarøktarfrøðing

563 fólk hava søkt Fróðskaparsetur Føroya um upptøku til komandi skúlaár, og sum vant, so er tað serliga læraraútbúgvingin og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, ið tiltalar føroyingar.


Av teimum 563 umsóknunum eru tað heili 181 fólk, ið hava søkt aðra av teimum útbúgvingunum. 91 fólk hava søkt um upptøku til lærara, meðan 90 hava søkt um upptøku til sjúkrarøktarfrøði.


Hagtølini vísa eisini, at stórur áhugi er fyri eina av nýggju útbúgvingunum hjá Setrinum, búskaparfrøði, har 49 fólk hava søkt um upptøku. Búskaparfrøði er eisini tann útbúgvingin á Søgu- og Samfelagsdeildini, ið hevur størstu undirtøku.


Av teimum 563 umsøkjarunum eru tað 472, ið hava søkt um upptøku á eini bachelor-útbúgving, meðan 91 umsøkjarar eru til master-útbúgvingarnar.


Av masterútbúgvingarnar er tað serliga Fólkaheilsu, ið stórur áhugi er fyri, har 35 umsøkjarar hava søku um upptøku.