Vilja leingja við Mascherano

Argentinski miðvallarspælarin Javier Mascherano hevur tvey ár eftir av sínum sáttmála við enska felagið Liverpool, men longu nú er Liverpool sinnað at leingja sáttmálan við hann. 25 ára gamli Mascherano hevur spælt við Liverpool síðani januar í 2007.
- Vit hava nógva tíð eftir enn, men vit vilja gjarna leingja sáttmálan við hann, og hann er áhugaður í at leingja, sigur Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool.