Vilja leingja sáttmálan við Claus

Enska fótbóltsfelagið Bournemouth er sinnað at leingja sáttmála við hálvføroyska miðvallaran Claus Bech Jørgensen í tvey ár afturat

 

Í løtuni eru samráðingar millum enska fótbóltsfelagið Bournemouth og miðvallaran Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu.

Claus Bech Jørgensen hevur spælt í 2. deildarfelagnum Bournemouth seinasta hálva annað árið, og hetta hevur gingið so væl, at enska felagið vil halda miðvallaranum í felagnum til 2003.

Southampton, sum spælir í bestu ensku deildini, hevur verið nevnt í sambandi við Claus Bech Jørgensen, men í løtuni er lítið at frætta um hetta. Hinvegin hava fleiri onnur ensk feløg víst áhuga fyri Claus ? millum annað feløg í 1. deild.


Tók sjálvur stigið

24 ára Claus Bech Jørgensen tók sjálvur stig til at fáa sáttmála í Englandi. Hann spældi í danska 1. deildarfelagnum AC Horsens, tá hann skrivaði til ensk feløg fyri at sleppa at royndarvenja.

Bournemouth ynskti at taka ímóti honum, og tað endaði við, at partarnir gjørdu ein eitt ára sáttmála. Hesi sáttmálin varð longdur við einum ári afturat í fjør.

Claus Bech Jørgensen hevur fast pláss á liðnum hjá Bournemouth, og hann hevur spælt væl seinastu vikurnar. Hann telist eisini javnan millum málskjúttarnar hjá felagnum, og áskoðararnir dáma hann sera væl.

Claus Bech Jørgensen sigur seg trívast væl í Bournemouth, og hann er sinnaður at halda fram har. Men samstundis lokkar eisini ein tilveran í einum av feløgunum í hægri deildunum.