Nú er tíðin er búgvin til at gera eina politiska semju á Løgtingi um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.
Tað heldur tingmanningin hjá Tjóðveldi og tískil fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.
Endamálið er, at allar oyggjarnar, Strandferðslan siglur til, skulu hava nýmótans ferðasamband.
Tey halda, at hetta er bráðneyðugt og tí vilja tey hava allar flokkar á Løgtingi um at semjast um leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu hetta skal gerast.
Tey siga, at játtar Løgtingið 300-350 milliónir upp á nøkur fá ár, ber til at endurnýggja allan flotan.
– Føroyar eru eitt oyggjaland, og gott dagligt ferðasamband er avgerandi, skulu treytirnar fyri at virka og liva verða javnsettar kring alt landið, siga tey í Tjóðveldi.
– Eitt gott ferðasamband er somuleiðis ein fyritreyt fyri, at øll øki í landinum fáa lut í framburðinum, og fyri, at fólk framhaldandi vilja búgva í øllum oyggjunum.
– Í dag hava 85 prosent av fólkinum fast samband, og landið hevur gjørt stórar íløgur í vegir, tunlar, brýr og byrgingar fyri at binda saman oyggjarnar. Og tí hevur politiska skipanin eisini skyldu til at tryggja tíðarhóskandi samband sjóvegis til oyggjarnar, sum ikki hava fast samband, halda tey í Tjóðveldi.
Í løtuni verður avloysaraskip bygt, sum verður liðugt í 2020. Og tjóðveldi heldur, at tá ið tað er liðugt, eigur beinanvegin at verða farið undir at endurnýggja allan flotan hjá Strandferðsluni.
– Tey, sum búgva á oyggjunum, sum ikki hava fast samband, eiga at vita, nær tey kunnu vænta sær nýtt skip, sigur tingmanningin hjá Tjóðveldi.
– Er undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir av um árið, kann allur flotin endurnýggjast uppá fimm, kanska seks ár, siga tey.
– Nýggj Nólsoyarferja og Kalsoyarferja kosta 90-100 milliónir hvør. Og nýtt skip til Skúvoyarleiðina og til Fugloy og Svínoy kosta umleið 45-50 milliónir hvørt.
Hestur og Koltur skulu eisini hava nøktandi samband og SAM kann umbyggjast til farmaskip at sigla ímillum oyggjarnar.
– Samstundis má loysn finnast til Mykinnesar, har ferðasambandið ikki hevur fylgt við tíðini, og hvørki lýkur tørvin hjá teimum, sum búgva í Mykinesi, ella tørvin ferðavinnnuni í oynni.
– Og tað er als ikki nøktandi, at tað bara verður siglt um summarið, halda tey í Tjóðveldi.
Somuleiðis veksa trupulleikarnir á siglingin upp á Sandoyanna alsamt, nú gongd av álvara er komin á arbeiðið við Sandoyartunlinum, og nógv er at flyta í tí sambandi. Tey siga, at nýggjur Smyril er ikki við, tí arbeitt verður heldur fram ímóti undirsjóvartunli til Suðuroynna
Tey leggja dent á, at nýggju ferjurnar eiga allar at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka – til dømis el ella vetni.