Vilja lata landamørk upp fyri koppsettum ferðafólki

Søren Pape Poulsen, formaður í danska konservativa flokkinum, vil hava ferðafólk aftur til Danmarkar

 

Útlendingar skulu kunna koma til Danmarkar sum ferðafólk, um tey eru koppsett við einum koppingarevni, sum er góðkent av Evropiska Heiligvágsráðnum EMA.

Tað heldur formaðurin hjá teimum Konservativu í Danmark, Søren Pape Poulsen.

Sambært floksleiðaranum gevur tað onga meiningin, at koppsettir borgarar ikki skulu sleppa til landið, tá tey nú ikki eru nakar smittuvandi.

– Latið okkum lata Danmark upp fyri øllum, sum eru koppsett við góðkendum koppingarevni. So kunnu tey akkurát tað sama koma higar og leggja nakrar pengar eftir seg. Senda vit tey boðini nú, so kunnu fólk fara at fyrireika seg til at halda frítíðina í Danmark, sigur hann.

Hann leggur tó dent á, at tað ikki eru øll koppingarevni, sum skulu geva fólki loyvi til at koma til kongaríkið.

– Tey koppingarevni, sum eru góðkend av EMA, eru tey, vit skulu halda okkum til, sigur Søren Pape Poulsen.

EMA hevur higartil góðkent fýra ymisk koppingarevni ímóti koronuvirus. Tey eru frá Pfizer/BioNTech, AstraZeneca, Johnson & Johnson og Moderna.

Og talið av fólkum, sum hava fingið tvey prik við einum teirra, eru nóg mikið til at fáa gongd á ferðavinnuna aftur í Danmark, heldur formaðurin.

– Vit skulu hava gongd á nú. Vit skulu hava pengar aftur í kassa, so vit kunnu bjarga ferðavinnuni, heldur hann.

##med2##

Uppskotið kemur sum ein liður í einum ferðavinnupakka frá teimum Konservativu. Í pakkanum verður skotið upp eisini, at avsláttur verður latin á ymsum mentanarstovnum fyri at fáa ferðafólk á vitjan.

Og tað eru ikki bara útlendingar, sum skulu kunna ferðast í Danmark, heldur Søren Pape Poulsen.

Nú er eisini upp á tíðina, at danir, sum eru koppsettir, kunnu ferðast út í heim aftur.

– Vit skulu fáa ferðavegleiðingina hjá Uttanríkisráðnum at virka aftur. Hyggja eftir hvørjum landið sær, í staðin fyri at mála alt reytt. Um tú ert koppsettur sum dani, hví skalt tú so ikki sleppa at ferðast?, sigur hann.

Uttanríkisráðið mælir fyribils frá at ferðast til allan heimin til 20. apríl.

/ritzau/