Vilja lata fólk ferðast frítt í ES við koronu-passi

ES nevndin mælir til, at serligt koronu-pass verður galdandi í øllum 27 limalondunum

ES nevndin mælir til, at eitt talgilt koronu-pass, sum fólk kunnu hava á fartelefonini, verður innført, og tað skal loyva fólki at ferðast frítt innan fyri mørkini í Europa Samveldinum (ES), sum umfatar 27 lond. Ætlanin er, at passið skal koma í gildi til summarið.

Tað skrivar TV2.

Koronu-passið skal latast fólki, sum antin eru koppsett ella nýliga hava verið sjúk við covid-19. Um fólk kunnu skjalfesta annað av hesum, skulu tey hava loyvi at ferðast frítt í ES í summar.

ES hevur lagt ætlanina fram í dag, eftir at londini seinastu vikurnar hava kjakast um eina slíka skipan. Ikki minst londini í suðureuropa leingjast eftir ferðafólki, sum eru týðandi partur av teirra búskapi.

ES nevndin mælir til, at tað verður upp til enstøku limalondini at avgera, hvørji koppingarevni verða góðkend til eitt koronu-pass í teirra landi. Tað vil siga, at londini sjálvi avgera, um tey vilja góðtaka, at fólk eru koppsett við russiskum ella kinesiskum koppingarevni.

TV2 skrivar, at allir ES borgarar fara at fáa tilboð um serliga koronu-passið, og eisini fólk í Noregi, Íslandi, Sveis og Liktinstein fáa møguleikan at verða við. Sannlíkt er, at eisini føroyingar verða við í skipanini umvegis Danmark.

Í næstu viku verður ES toppfundur, har stjórnarleiðararnir fara at viðgera uppskotið frá ES nevndini.