Nú hevur tú møguleika at kasta uppá stokkarnar, og seta teg við einum drekkamunni at binda í gomlu hølunum í Leikalund í Klaksvík. Tiltakið kallast Fjálgastova, og er eina løtu tvær ferðir um vikuna.
Hetta er eitt samstarv sum Leikalund ger við Fjølsmiðjuna hjá ALS, sum hevði tað fyri eygað at gera okkurt fyri nærumhvørvið, greiðir Fía Heinesen, sum arbeiðir í handlinum Leikalund, frá.
- Okkara ynski er, at fólk kenna seg vælkomin út í Leikalund, tí húsið er ein stórur partur av Klaksvíkar søgu. Tað er harmiligt at húsið ikki verður brúkt, sigur Fía. Fyrr bar til at keypa ymiskar útlendskar vørur í Leikalund, men í dag selur handilin bert føroyskar vørur, fløgur og bøkur.
Vit vilja lata eyguni hjá fólki upp fyri at húsið er opið, og at tey kunnu koma at hyggja at tí vit hava at bjóða av føroyskum tilfari, og at uppliva føroyska mentan. Vit vilja bóða fólki eina góða uppliving og ynskja at fólk taka brúk av hesum tilboðnum. Fjálgastova er eisini ein roynd at røkka hesum endamálinum við at bjóða fólki at koma og gera nakað so hugnaligt og traditionelt, sum at binda, sigur Fía.
Í handlinum eru myndir, og hugskot til bindiuppskriftir frá ymisku tógvbúðunum í Klaksvík.
Les meir um Leikalund og Fjálgastovu á Facebook síðuni hjá Leikalund.










