Vilja lækka avgjøld á øllum bilum á goymslu

Løgtingið viðger í løtuni uppskot um at leingja avgjaldsfrítøkuna á el-bilum og at sleppa hybrid bilum bíligari í avgjøldum.

 

Semja er um, at lógin um at frítaka elbilar fyri avgjølds, skal leingjast, men tað er ikki semja um, hvørt tað er rætt at eisini at lækka avgjøld á hybridbilum.

Sjey bilasølur halda tað vera rætt, men tvær, Bilasølan og Waag, halda tað vera skeivt, tí hybrid bilar eru ikki umhvørvisvinarligar, siga stórarnir í teimum báðum fyritøkunum.

Tað sama sigur Umhvørvisstovan, sum staðiliga mælir frá hesum.

Formaðurin í fíggjarnevndini, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, er ósamdur við Umhvørvisstovuni og heldur sum hinar sjey bilasølurnar, at hybridbilar eru umhvøvisvinarligar.

Í álitinum hjá fíggjarnevndini taka samgonguflokkarnir og Kristin Michelsen undir við uppsotinum hjá landsstýrismanninum, meðan andstøðuumboðini taka bert undir við at lata elbilar sleppa undan avgjøldum.

– Minnilutin tekur ikki undir við, at virðisavgjaldið á bilar við hybrid- ella plugin-hybrid tøkni verður lækkað. Fíggjarnevndin hevur frá fakkunnleikanumfingið at vita, at hybrid-bilar á ongan hátt eru »grønir bilar«. Við at lækka avgjøldini á hybrid-bilar eggjar politiska skipanin føroyingum at keypa hesar bilar. Hetta er beinleiðis í ósamsvari við orkupolitikkin hjá landinum. Skulu avgjøld lækkast á plugin-hybrid bilar, eigur hetta at gerast í tøttum samstarvi við orkumyndugleikan hjá landinum, sum er Orka á Umhvørvisstovuni, siga andstøðuflokkarnir.

Av tí at hendan avgjaldslækking fyri at hava stóra ávirkan á sølunum av teimum bilum, sum bilarsølurnar hava á goymslu í løtuni, so skjóta tær sjey bilasølurnar upp, at bilarnir, sum eru á goymslu, iog sum blíva ávirkaðir av hesi læogarbroyting, sleppa undir somu treytir, sum hybridbilarnir, siga stjórarnir í teimum sjey bilasølunum.

Málið verður til aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin, og lógarbroytingarnar koma í gildi við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2021.