SEV skal skiljast sundur, soleiðis at framleiðslan av streymi verður fyri seg og sjálvt elnetið verður í einum felag fyri seg sjálvt.
Tað heldur Sambandsflokkurin og nú hevur flokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa landsstýrið at kanna, hvussu SEV kann skiljast sundur, soleiðis at sjálv elnetið verður fyri seg. Samstundis skal elnetið verða alment og tað skal tryggja, at øll, sum framleiða streym, skulu fáa fulla atgongd til netið fyri sama prís.
Tað er nettupp eisini ein partur av ætlanini hjá Sambandsflokkinum, at privatar fyritøkur skulu esoni sleppa at framleiða streym.
Skulu vit røkka málinum um at øll orkunýtsla á landi skal vera frá varandi orkukeldum, er neyðugt at øll segl verða sett til, bæði vinnuligt og politiskt og fleiri veitarar siga, at teir eru til reiðar at framleiða og at selja streym.
Og Sambandsflokkurin er sannførdur um, at fáa privatar fyritøkur frælsari atgongd til elmarknaðin, verður streymurin bíligari, tí tað fer at seta ferð á menningina, og tað fer eisini at skapa nógv nýggj størv á orkuøkinum.










