Barnavernd
Høvdu vit fingið styrkt sambandið ímillum Sandoynna, Skúvoynna og Suðuroynna, hevði tað verið ein stórur fyrimunur.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Og tað er júst fyri at seta hol á eitt samstarv ímillum hesar tríggjar tær syðstu oyggjarnar í landinum, at Tvøroyrar kommuna nú hevur bjóðað sandoyingum og Skúvoyingum at samstarva við suðuroyingar um barnaverndararøkið .
Kristin Michelsen sigur sostatt, at tað er misskilt, tá ið fólk halda, at tað er bara Sands Kommuna, sum er spurd, um áhugi er fyri at koma upp í barnaverndararbeiðið í Suðuroy.
Vit hava sent sama fyrispurning til allar kommunurnar í Sandoynni og til Skúvoyar Kommunu, sigur hann.
Onki løgið
Tað er annars fallið hvalbingum fyri bróstið, at Tvøroyrar Býráð hevur bjóðað øðrum upp í barnaverndarsamstarvið í Suðuroy, uttan at siga hinum kommununum í Suðuroy frá.
Men hetta skilir borgarstjórin á Tvøroyri als ikki.
Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt av at seta sosiala deild á stovn og barnaverndarsamstarvið í Suðuroy skal keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri. Tað er sostatt heilt natúrligt, at vit eisini senda ein følara fyri at vita um áhugi er í Sandoynni og Skúvoynni fyri at koma uppí og at keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri, eins og hinar kommunurnar í Suðuroy gera tað.
Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at higartil hevur Tvøroyrar Býráð bara hoyrt aftur frá Sands kommunu og hon er áhugað í at koma í eitt samstarv.
Tað er sjálvandi ikki ætlanin at arbeiða uttanum hinar komunurnar í Suðuroynni og vísir tað seg at vera áhugi í Sandoy og Skúvoy fyri at koma upp í eina felags barnavernd við kommunurnar í Suðuroy, er tað sjálvsagt eitt mál, sum skal viðgerast saman við øllum kommunum í Suðuroy.
Men tað er ongin orsøk til at leggja málið fyri allar kommunurnar í Suðuroy, fyrrenn vit hava fingið greiði á, um sandoyingar og skúvoyingar yvirhøvur eru áhugað fyri at samstarva.
Er áhugi til staðar, verður tað eisini lagt fyri hinar kommunurnar í Suðuroy, tí tað skal tað sjálvandi vera í semju ímillum kommunurnar í Suðuroy.
Menna suðurøkið í Føroyum
Kristin Michelsen vísir á, at sandoyingar og skúvoyingar eru næstu grannar hjá Suðuroynni.
Talan er um eitt stórt økið og talan er um ein útjaðara í Føroyum.
Hann heldur, at fáa vit ment samstarvið ímillum hetta suðurøkið í Føroyum, kann tað bara vera ein fyrimunur, sum eisini fer at styrkja økið í mótspælinum við meginøkið.
Borgartjórin á Tvøroyri hugsar sær nevniliga, at eitt møguligt samstarv á barnaverndarøkinum bara er byrjanin til eitt størri samstarv.
Nógv verður tosað um fast samband ímillum Sandoy og Streymoy. Men verður Suðuroyggin knýtt uppí hetta fasta sambandið, hevði tað styrkt munandi um kravið at fáa undirsjóvartunnil ímillum Sandoynna og Streymoynna
Kristin Michelsen sær nevniligafyri sær, at Suðuroy og Sandoy standa saman um kravið um fast samband ímillum Sandoy og Streymoy og at suðuroyingar verða knýttir uppí og at sigling tá verður ímillum Suðuroynna og Sandoynna.
Tað heldur hann kundi fingið títtleikan í ferðasambandinum munandi upp og júst títtleikin í ferðasambandinum, er størsti trupulleikin hjá suðuroyingum.