Er ein teldupostur eins bindandi sum eitt undirskrivað skjal?
Tað tykist vera spurningurin, nú B36 fer at kæra avgerðina hjá FSF, har liðið varð dømt at tapa dystin ímóti Skála í kappingini um Løgmanssteypið.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á B36-formannin mikumorgunin, men á heimasíðu felagsins verður staðfest: »B36 heldur tó, at umstøðurnar viðvíkjandi leysgevingini av Eyðuni Højgaard eftir at hann spældi á 2. liði á heysti í fjør eru so ivasamar, at felagið fer at leggja úrskurðin fyri dómsnevndina hjá FSF til endaliga avgerð.«
Og sum vit hava skilt tað, so fer B36 nú at seta spurnartekin við, um spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard nakrantíð hevur verið úr B36 seinasta góða árið.
Orsøkin ? vilja tey vera við - er, at leysgevingin av leikaranum byggir at samskifti umvegis teldupost, og ikki umvegins tær umsóknir um flytan av loyvisbrøvum, sum vanliga verða nýttar.
Spurningurin tykist tó vera, um B36 kemur nakran veg við hesum. Vanliga fatanin hevur í fleiri ár verið, at ein teldupostur er eins bindandi, sum var talan um vanligt brævasamskifti. Og neyvan er nakað at ivast í, at málið viðvíkjandi hesum spæliloyvinum ikki er eindømi um mál, sum er avgreitt umvegis teldupost.
Nevndin hjá B36 hevði fund týskvøldið, har spurningurin um kæru varð viðgjørdur, men tað hevur so ikki eydnast okkum at fáa fatur á niðurstøðuni frá fundinum.










