Halda politikararnir tað, teir lova, fer játtanin til Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, at hækka munandi hesi næstu árini.
ÍSF skipaði fyri valfundi í gjár og har søgdu politikarar, at teir vóru sinnaðir at hækka játtanina til ÍSF munandi.
ÍSF vísir á, at hesi seinastu árini hevur føroyskur ítróttur av álvara gjørt um seg úti í stóru verð. Men í sama andadrátti verður staðfest, at tað er dýrt at kappast uttanlands og at skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum.
– Játtanin til ÍSF hevur ikki verið í samsvari við tey góðu úrslitini, okkara ítróttarfólk hava avrikað, og tí standa sersambond í teirri støðu, at tey kunnu ikki senda síni landslið út í heim at kappast ímóti teimum bestu.
– Játtanin til ÍSF er tíggju milliónir krónur, men fíggjartørvinum hjá sersambondunum, vísir, at játtanin til ÍSF má hækka tilsamans 15 milliónir krónur tey næstu árini.
ÍSF sigur, at á veljarafundinum í gjárkvøldið vóru umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýri, Tjóðveldi, Framsókn og Framtakið.
Og tey søgdu øll at tey eru sinnað at hækka játtanin til ÍSF fimm milliónir krónum um árið hesi næstu trý árini, soleiðis at samlaða játtanin er komin upp á 25 milliónir í 2023.
Elin Heðinsdóttir Joensen forseti í ÍSF, sigur í tíðindaskrivi, at hon fegnast um, at tað tykist at vera semja um hetta og hon væntar tískil, at næsta samgongan fer at taka hetta við í samgonguskjalið.











