Vilja innflyta útfluttar prentlutir

Jóannes Eidesgaard, løg­maður tendraði í gjár eina nýggja og sera framkomna prent­maskinu hjá Før­oy­aprent í Havn, sum ætlar at fáa fatur á tí prentarbeiði, sum før­oyingar senda utt­an­lands

Fyri trimum árum síðani løgdu Dimmalætting og Hest­prent prentsmiðjurnar sam­an og stovnaðu í felag prent­smiðjuna Føroyaprent. Síð­ani tá er prentsmiðja støð­ugt útbygd, og í gjár var tann nýggj­asta maskinan tikin í nýtslu.

Jon Hestoy, stjóri á Før­oy­a­­prent, sigur, at hendan í­løg­an fer at gera prentsmiðjuna føra fyri at kappast á jøvn­um føti við allar prent­smiðj­ur í grannalondunum.

Talan er um eina maskinu frá Heidelberg­verk­smiðj­uni.

- Hon hevur alla útgerð, ið hugsast kann, og vit vænta, at hon kann fram­leiða dupult so nógv sum tær báðar maskinurnar, sum vit hava vrakað, sigur Jon Hest­oy.

Maskinan eitur Heid­el­berg SM74, og hon kann prenta í fimm litum og kann prenta 15.000 ørk um tím­an.

Ætlanin hjá Føroyaprent er at koyra maskinuna í tveim­­­um vaktarskiftum.

Føroyaprent leggur seg fyrst og fremst eftira t fáa fat­­ur í prentið, sum verður prent­­að uttanlands, sigur Jon Hestoy. Hann vísir á, at so leingi, sum so stórur part­ur av føroyskum prentlutum verð­ur prentaður uttanlands, er ikki neyðugt at tosa um út­flutn­ing av prentlutum – tí møg­u­leikarnir fyri vøkstri eru stór­ir, bara tey fáa fatur á før­oyskum prentlutum.

Tað var Jóannes Eid­es­gaard, løgmaður, sum á sam­­komu seinnapartin í gjár fekk heið­ur­in at tendra mask­­­in­una – og fyrsti prent­lut­­ur­in var ein plakat hjá Ed­­ward Fuglø, “Man­made”.

Jon Hestoy var sum sera feg­in um nýggju út­bygg­ing­ina. Hann takkaði øllum starvs­fólk­unum, sum eru størsta aktivið hjá Før­oy­a­prenti, kundum og øllum Før­oya fólki, - ið lesur og nýt­ir tað, ið vit prenta, segði Jon Hestoy.