Vilja ikki vita av Arnold

Tingið í meksikanska landspartinum Baja California boðaði í gjár frá, at guvernørurin í tí amerikanska Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, er ikki vælkomin suður um markið, tí hann hevur tosað niðurlátandi um meksikanskar innflytarar.

-Terminator tykist hava gloymt, at hann kom eisini til USA sum innflytari, og nú styðjar hann eina racistiska hugsjón, sum er vend ímóti innflytarum, sum fara til Kalifornia at søkja sær arbeiði, sigur ein av tinglimunum, Arturo Pena Valle, við AP.

Herfyri havnaði Schwarzenegger einum uppskoti um at geva innflytarum, sum ikki hava uppihaldsloyvi í Kalifornia, eitt fyribilskoyrikort.