Tað er bert fjórði hvør dani, sum er vinur við sín stjóra á sosialu miðlunum, sum eitt nú Facebook ella Instagram. Tað vísir ein nýggj kanning, sum vikar-og rekrutteringsskrivstovan Randstad hevur gjørt millum danskar løntakarar.
Í grein um nevndu kanning skrivar Avisen.dk eitt nú, at ein orsøkin helst er, at løntakarar ikki ynskja at blanda arbeiðslív og privatlív saman.
Arbeiðsgranskarin og serfrøðingurin í nýtslu av sosialum miðlum, Søren Schultz Hansen, visir á, at tað serliga eru tilkomnu løntakararnir, sum halda tað vera óprofessionelt at vera vinur við stjóran á sosialu miðlunum.
- Tað er ikki rætt at blanda arbeiðslív og privatlív saman. Ert tú vinur við stjóran á netinum, kanst tú koma í ta støðu, at tú ert vinur við ein, sum kanska skal koyra onkran av tínum starvsfeløgum heim, og tað er kanska ikki so heppið, sigur Søren Schultz Hansen við Avisen.dk.
Á hinari síðuni er heldur ikki vist, at stjórin tímir, at starvsfelagar fylgja við, hvat hann ella hon takast við í frítíðini. Í nevndu grein er nógv meira at lesa um hesa kanning.